Nú skulu tey í Kringvarpinum ansa eftir hvussu tey tosa

Óvandaligur og skeivur málburður ávirkar trúvirðið í innihaldinum og skal tí ikki koma fyri.

Nú hevur Kringvarpið fingið ein málpolitikk, har endamálið er at tryggja eitt dygdargott mál í Kringvarpinum. Kringvarpið ger tilfar á føroyskum, og tí er tað føroyska málið eitt av størstu ábyrgdarøkjunum hjá stovninum, og Kringvarpið eigur at ganga á odda, bæði tá ið tað kemur til at varðveita og at endurnýggja málið, sigur. Kringvarpið í tíðindaskrivi í dag.

 

– Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál í Kringvarpinum og at javnseta málið við onnur fak í Kringvarpinum - og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum. 

 

Tey, sum hava sitið í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt málpolitikkin, eru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. 

 

Málpolitikkurin er ætlaður sum grundskjal, og tí skulu serskild undirskjøl gerast fyri at útgreina, hvussu málpolitikkurin skal fremjast í verki. Hetta arbeiðið verður gjørt innanhýsis á stovninum.

 

Les málpolitikkin við at trýsta HER