Nú skiftir Lewandowski til skuldarfongda FC Barcelona

La Liga: Tað ljóðar ómøguligt, men FC Barcelona hevur keypt enn ein spælara

Mynd: (AP) Robert Lewandowski sigur framvæl við venjaran Julian Nagelsmann

Robert Lewandowski hevur í dag kunngjørt fyri liðfeløgunum í FC Bayern Munchen, at hann sigur farvæl eftir átta ár í felagnum. Leiðin gongur til FC Barcelona.

 

Tað hevur ljóðað leingi, at pólski áleyparin er á veg til FC Barcelona. Hann er ónøgdur í Bayern Munchen og hevur alment sagt, at hann ikki ynskir at halda fram í felagnum, sjálvt um hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum.

 

Í gjár skrivaðu allar teir stóru miðlarnir, at Robert Lewandowski skiftir til FC Barcleona. Persónligu viðurskiftini er langtsíðani komin upp á pláss, men Bayern Munchen hevur als ikki havt hug, at selja 33 ára gamla áleyparan.

 

Í gjár eru partarnir so komnir ásamt um, at FC Barcelona skal rinda umleið 370 milliónir krónur, fyri at keypa hann leysan. Tað kann tykjast løgið, tá FC Barcelona hevur eina skuld á umleiða 10 milliardir krónur, og hevur keypt Raphinha fyri upp til 500 milliónir krónur.

 

Hartil hevur Ousmane Dembélé gjørt nýggjan sáttmála, meðan Franck Kessié og Andreas Christensen eru komnir frá ávikavist AC Milan og Chelsea, eftir at sáttmálarnir eru gingir út. Omaná tað heila, so hevur felagið boðsent Frenkie de Jong á venjingarlegu í USA. Hann skuldi annars verða spælarin, sum fekk javnvág í rokniskapin við at skifta til Manchester United.

 

Mynd: (AP) Robert Lewandowski sigur framvæl við venjaran Julian Nagelsmann