Nú skal summarrutan hjá Atlantsflog avgerast

Nú hevur tú aftur møguleikan at atkvøða fyri, hvagar summarrutan hjá Atlantsflog skal flúgva. Árliga atkvøðugreiðslan hjá Atlantic Airways er farin av bakkastokki í morgun.

 

Í ár stendur valið millum Lissabon í Portugal og Kreta í Miðjarðarhavinum. Í fjør gekk leiðin til Sardinia, tó at hesir túrarnir vórðu gjørdir um páskini.

 

Atkvøðugreiðslan fer fram á Facebookvanganum hjá Atlantic Airways og endar 22. januar klokkan 10.00. Í skrivandi stund er undirtøkan fyri Kreta tvífalt so stór sum fyri Lissabon.