Tað hevur verið vanligt at síggja mannfólk við fullskeggi seinastu árini. Góður skeggvøkstur hevur verið brúktur sum partur av mótamyndini, og líkt er til, at skeggmótin nú skal takast eitt stig longur.
Móti snýr seg lutvíst um at síggjast burtur úr rúgvuni, og nú skeggvøksturin er farin so víða, skal meira til fyri at vera nakað serligt.
Nýtt rák er tí, at skeggið verður litað – hjá summum í øllum ælabogalitum.
Vit gleða okkum sjálvandi, til vit síggja fyrstu ælabogaskeggini í Føroyum.