Nýggja mentanarhúsið í Suðuroynni, SALT, ið fer at halda til í gomlu saltsiloini í Drelnesi, søkir nú eftir stjóra.
Í starvslýsingini verður leitað eftir einum gávaðum generalisti við leiðsluroyndum og akademiskari útbúgving, ið hevur ein livandi áhuga fyri mentanini.
Harumframt verður millum annað væntað, at umsøkjarin hevur sterkt fíggjarligt innlit, drúgvar royndir og gott handalag at samstarva við politisku myndugleikum og drúgvar royndir við stuðulsgrunnum og fundraising.
Starvið verður lønt sambært 38. lønarflokki í sáttmálanum millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Afturat lønini verða goldin 15% í eftirløn.









