Nú skal okkurt henda

Finnur løgmaður ikki útav tí, mugu vit umhugsa at taka um endan

- Tað er løgmaður, sum hevur ein trupulleika og tað er fyrst og fremst løgmaður, sum má loysa hann.

 

Tað heldur Poul Michelsen, løgtingsmaður, og formaður í Framsókn, nú Hans Gammeltoft Hansen, er komin til tað útrslit, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, við vilja.

 

 

Les eisini: Reisa ikki misálit aftur

 

 

Hann er samdur við hinum í andstøðuni sum halda, at andstøðan fer ikki at taka stig til at kalla Løgtingið saman at viðgera støðuna.

 

- Tað hava vit gjørt eina ferð, og tá løgdu vit uppskot um misálit á løgmann um hetta sama málið, ti vit ikki kundi liva við støðuni. Men ta ferðina gjørdi samgongan av at standa saman um løgmann, og at verja hann. Tí er tað samgongan og løgmaðu, sum nú mugu taka spurningin upp og at gera tað, sum neyðugt er at gera.

 

 

Les eisini: Løgmaður má frá og útskriva nýval

 

 

- Men ger samgongan einki, kunnu vit kortini ikki bara yppa øksl, tí so mugu vit í andstøðuni umhugsa spurningin av nýggjum.

 

- Tað er greitt, at nú skal okkurt henda, heldur Poul Michelsen.

 

- Eg vænti ikki, at samgongan tolir at tey bara lata standa til, leggur hann afturat.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Poul Michelsen greiða frá, hvussu hann metir støðuna.