Nú skal koyrast tvørtur um Nólsoyar Páls torgið

– Men tað verður bara í tríggjar vikur, sigur borgarstjórin.

Næstu vikurnar skal ferðslan ganga tvørtur um torgið í Vágsbotni, meðan arbeitt verður við at víðka bryggjukantin við sølutorgið vestureftir

Tað er í sambandi við arbeiðið at víðka bryggjukantin í Vágsbotni, at vegurin nú verður fluttur soleiðis, at ferðslan millum Vágsbotn og Skálatrøð fer at koyra tvørtur um torgið í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll stóð til dagin eftir kommunuvalið í fjør.

 

Býráðið hevur gjørt avtalu við Articon um at víðka bryggjukantin við sølutorgið í Vágsbotni vestureftir, soleiðis at virksemið við sølubásarnar kann flytast út um torgið vestureftir í staðin fyri sum nú, at bilar og fólk hvørt um annað eru á koyribreytini út eftir bryggjuni.

 

Heðin Mortesen, borgarstjóri, sigur, at í sambandi við arbeiðið er neyðugt at sleppa framat við krana og lastbilum, og fyri at órógva ferðsluna sum minst, hava tey gjørt av at flyta koyribreytina tvørtur um torgið, meðan arbeiðið fer fram.

 

– Men so skjótt, sum tað arbeiðið er liðugt, so verður ferðslan aftur sum hon var, sigur hann.

 

Tað sum verður gjørt nú er, at gravast skal upp av botninum fram við bryggjuni. Síðani skal ein bryggjukantur stoypast upp frá botninum, og so verður ein træbrúgv 2,5 metrar breið og 35 metrar long gjørd uttan fyri sølutorgið.

 

– So hava vit tosað um at gera einar tríggjar parkeringsbásar fram við vegkantinum beint við sølutorgið, har fólk kunnu steðga í 15 minuttir, so eldri ella avlamin fólk hava møguleika at keypa á sølutroginum, uttan at skula ganga alt ov langt, sigur Heðin Mortensen.

 

Ferðslan verður framyvir eisini avmarkað út á bryggjuna, sum hon hevur verið um summarið seinastu árini. Pullartarnir, sum hava verið har seinastu árini, koma ikki í nýtslu aftur. Men ein bummur verður settur upp, sigur borgarstjórin.

 

– Arbeiðið við bryggjuni skal í øllum førum vera liðugt hálvan juli, tá drotningin kemur, sigur Heðin Mortensen.

 

Næstu vikurnar skal ferðslan ganga tvørtur um torgið í Vágsbotni, meðan arbeitt verður við at víðka bryggjukantin við sølutorgið vestureftir