Nú skal klædn­ing­urin á Løg­tingi­num skift­ast

Talan er um klædningin á gomlu telefonstøðini, sum hýsir umsitingini hjá Løgtinginum

Landsverk hevur nú boðið út arbeiðið at umvæla klædningin á Løgtingsbygninginum á Tinghúsvegi 3 í Havn til undangóðkenning. 

– Talan er um størri umvælingar á klædningin/klimaskermin á Løgtingsbygninginum á Tinghúsvegi 3, skrivar Landsverk.

Klædningurin á Løgtingsbygninginum er í ringum standi og má umvælast og útskiftast. Klædningurin er lutvíst listaverk og verður tað endurskapt í nýggju loysnini.

– Endamálið er skjótast gjørligt at fáa bygningin umvældan, at bygningurin lýkur ásettu krøv í bygningskunngerðini og ikki minst, at tað darvar Løgtinginum minst møguligt.

– Umhvørvið rundan um Tinghúsveg 3, har arbeiðið skal fara fram er sera trongt til tílíkt arbeiði, umframt at har er sera nógv ferðsla, bæði við akførum og fólki. Hetta skal takast í størsta álvara, tá ið byggiplássið skal skipast. Umframt at Løgtingsbygningurin verður virkin við tingfundum, í ávísum tíðarbilum, tá má arbeiði við bygninginum ikki órógva tingarbeiði í bygninginum. Hetta eru umstøður, sum arbeiðstakari skal fyriskipa í allari tilgongdini, í samráð við byggiharran og løgtingsumsitingina, stendur í tilfarinum hjá Landsverki.