B36 hevur í kvøld í 28 hitastigum verið i europeiska eldinum suðuri í San Marino. Mótstøðuliðið var Tre Fiori, sum fyri einari viku síðani noyddist úr Føroyum við 1-0 tapi. Tá var tað Andrass Johansen, sum stórar 10 minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.
Tað málið varð mett at verða rættiliga avgerandi, tí tað kundi bera víðari luttøku í Europa Conference League við sær, um B36 í kvøld megnaði at halda mótstøðuliðnum frá at skora mál suðuri í San Marino.
Og tað vísti seg at vera akkurát soleiðis. B36 megnaði at halda mótstøðuliðnum frá at skora. Úrslitið var 0-0, og harvið hevur B36 í kvøld tryggjað sær rætt at halda fram í kappingini. Næsti dystur verður hóskvøldið um eina viku á útivølli ímóti danska Viborg, sum spælir í superliguni.
B36 avrikið í kvøld var rættiliga professionelt. B36 spælararnir hildu høvdið kalt í hitanum. Teir arbeiddu sera væl. Tað ráddi um at halda mótstøðumonnunum frá at spæla seg til málmøguleikar. Besti heilivágurin at røkka tí málinum var, at teir í B36 høvdu bóltin og megnaðu at varðveita hann og spæla millum sín. Akkurát soleiðis megnaðu teir í longum løtum at spæla.
Heimamenninir runnu nógv aftaná, og tað var heilt sjáldan, at talan var um spenning frammanfyri B36 málið og Mathias H. Lamhauge.
B36 var í 4-2-3-1 uppstilling við Thor Høholt og Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni og Magnusi Holm Jacobsen og Eli Falkvard Nielsen á sentrala og verjukenda miðvøllinum. Talan var um taktiskt sera skilagott avrik.
At talan alla tíðina var um málleysan javnleik, og at úrslitið í fyrra dystinum var 1-0 til B36 bar við sær, at spenningurin inntil síðsta bríksl var heilt stórur. Í B36 húsinum vóru tað nógv, sum fylgdu við á stórskíggja. B36 luttekur í hesum døgum í stórari barnakapping í Danmark. Har eru 50 spælarar og umleið 100 foreldur, og eisini har varð fylgt væl við í kvøld, og eisini har fegnast tey um, at Dan Brimsvík og hansara menn aftur í næstu viku fara at royna seg í Conference League.
Í morgin verður nøsin vend heim ímóti Føroyum. Sambært skránni skal B36 sunnudagin spæla landskappingardyst í Gundadali ímóti Skála, og so verður farið av aftur landinum og niður til Viborg, har fyrri dysturin verður hósdagin og seinni dysturin verður á Tórsvølli um tvær vikur.
-
Tre Fiori – B36 0-0
B36 samantaldur vinnari við málmuninum 1-0
B36: Mathias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Benjamin Heinesen (Andreas H. Eriksen, 81.) – Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen (Michal Przybylski, 65.) – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen (Martin Agnarsson, 88.) – Brian Jakobsen (Rasmus Reihdar Nissen, 65.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Lukas S. Enevoldsen, Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen
Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen, Hannes Agnarsson
Venjari: Dan Brimsvík