Nú skal asfalterast í Hvannasundi

Beint eftir páskir verður farið undir at asfalttera parkeringsøkið oman fyri ferjuleguna í Hvannasundi.

Nú skal asfalt leggjast á parkeringsøkið oman fyri sonevnda Rituhúsið í Hvannasundi.

 

Tað er her, at atløgan hjá Rituni er, sum røkir sigling millum Hvannasund, Svínoyar og Fugloyar.

 

- Beint eftir páskir verður farið undir at asfalttera, siga tey í Hvannasunds kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at møguligt verður ikki at parkera á økinum frá og við á morgni 3. páskadag.

 

- Hetta er frá 19. apríl at rokna og so leingi, sum asfaltarbeiðið varar, siga tey í Hvannasunds kommunu.