Longu nú standa íbúðirnar á elementunum, sum vórðu stoypt í Skálavík frammanundan. Hetta eru tíggju svanamerkt raðhús á 96 fermetrar hvørt. Myndirnar eru tiknar í Skálavík í dag.

Nú síggjast íbúðirnar í umhvørvinum í Skálavík

Tað er bert stutt síðan, at stóru elementini til íbúðirnar í Skálavík komu til landið, og longu nú standa tær uppi.

Longu nú standa íbúðirnar á elementunum, sum vórðu stoypt í Skálavík frammanundan. Hetta eru tíggju svanamerkt raðhús á 96 fermetrar hvørt. Myndirnar eru tiknar í Skálavík í dag.

Tær tíggju íbúðirnar, sum Mark byggir í Skálavík, síggjast nú í umhvørvinum í bygdini.

 

Hetta er fyrsta íbúðarbygging í Skálavík av hesum slag og av hesi støddini. 

 

Á Mølini í Skálavík vórðu fyri fáum árum síðan bygd tíggju stór kømur í einari lon, ið kunnu sammetast við flottastu hotelkømur í Føroyum.

 

Tað er bert stutt síðan, at stóru elementini til íbúðirnar hjá Mark komu til landið. Tey vórðu koyrd úr Havn gjøgnum Sandoyartunnilin og víðari til Skálavíkar.

 

Longu nú standa íbúðirnar á elementunum, sum vórðu stoypt í Skálavík frammanundan.

 

- Hetta eru tíggju svanamerkt raðhús á 96 fermetrar hvørt, umframt bilhús á 25 fermetrar, goymslurúm á sjey fermetrar og terassa á umleið 16 fermetrar.

 

##med2##

 

Mark vísir á, at tilsamans er talan um 144 fermetrar, og nýggja heimið fer at lúka strangastu umhvørviskrøv við tað, at verkætlanin er svanamerkt.

 

- Svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg, sigur byggiharrin.

 

Raðhúsini í Skálavík verða eisini bygd eftir nýggjastu byggireglugerðini, sum er galdandi í Føroyum.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Longu nú standa íbúðirnar á elementunum, sum vórðu stoypt í Skálavík frammanundan. Hetta eru tíggju svanamerkt raðhús á 96 fermetrar hvørt. Myndirnar eru tiknar í Skálavík í dag.

Útsýnið úr nýggju íbúðunum verður fantastiskt, bæði oman yvir bygdina og eystur í hav.