Nú síggja vit skilið við borgarstjórunum

- Vit hava eina handlingslammaða samgongu, tí nakrir borgarstjórar sita og verja sítt egna, sigur borgarstjóri.

- Vit hava eina handlingslammaða samgongu, tí nakrir borgarstjórar sita - hvør í sínum lagi - og verja sítt egna.

 

Tað sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, á sínari facebook-síðu í kvøld.

 

Hann harmast samstundis um, at uppskotið hjá Anniku Olsen, táverandi landsstýriskvinnu, um at borgarstjórar ikki skuldu kunna vera tingfólk, ikki vann frama.

 

- Nú síggja vit úrslitið. Vit hava eina handlingslammaða samgongu, tí nakrir borgarstjórar sita - hvør í sínum lagi - og verja sítt egna.

 

Harry Jensen stúrir fyri, at skilið bara fer at versna í framtíðini - líkamikið hvør samgonga er á tingi.

 

- Borgarstjórar skuldu ikki ein gang sloppið at stilla upp til løgtingsval, heldur borgarstjórin í Skúvoyar kommunu.