- Vit høvdu eitt gott ár í fjør, og vit hava nógv at gera á fleiri frontum. Í Fuglafirði, har nógv vinnuvirksemi er, hava vit nógvar viðskiftakundar, og tá P/F Pelagos varð bygt, gjørdu vit el-arbeiðið á stóra virkinum.
Tað sigur Rói Kalsø, stjóri hjá JT electric á Kambsdali.
- Men, eitt er nýgerð og menning av tøkni. Annað er viðlíkahald og tænasta, og vit hava nógv viðlíkahaldsarbeiði og tænastuvirksemi í vinnuni.
Hann vísir á, at tað so sanniliga eisini hevur givið JT electric nógv arbeiði, at alivinnan í Føroyum og uttanlands gongur væl, og tað er ikki minst alivinnan, sum eigur stóran lut í góðu gongdini hjá fyritøkuni.
- Vit selja nógv meira okkara egnu vørur og skipanir nú enn áður, og vit merkja eisini stóran eftirspurning - og stórt forvitni - uttanlands.
Rói Kalsø sigur, at nógv er selt av aliljósum, undirvatnskamera’um og framkomnum fóðurskipanum.
- Undirvatnskamera’ini, sum vit selja til alivinnuna, verða serliga brúkt til at kekka, hvussu fóðurið í aliringunum verður etið, og hareftir verður eisini fóðringin tillagað.
Hann sigur, at JT electric er einasta føroyska fyritøka, sum ger nakað tekniskt til føroysku alivinnuna.
- Aðrir útlendskir útbjóðarar eru eisini, men vit hava tann velduga fyrimun, at framleiðsla av tøkni og føroyska alivinnan liva so tætt upp at hvørjum øðrum. Tí hava vit alla tíðina fingurin á pulsinum og kunnu saman við alivinnuni finna fram til bestu loysnirnar.
Hjá JT electric á Kambsdali starvast 22 fólk, og Rói Kalsø heldur, at útlitini eru góð, nú so góð gongd er í samfelagnum og í alivinnuni kring um okkum.