Nú sær frægari út – men onkustaðni er ringt

Onkustaðni er framvegis ikki koyrandi eftir kavarokið í gjárkvøldið og í nátt

Tað fór rættiliga at kava í gjárkvøldið og tað fekk Landsverk til at ávara bilførarar í summum økjum ímóti at fara ímillum bygdir í bili summastaðni í Norðurstreymoy, í Eysturoy og í Vágum.

 

Nú sær eitt sindur frægari út, men Landsverk sigur, at tað er hált um alt landið. Tað er jarðrok í ælunum á Vestmannavegnum og tað er bara eitt spor grivið frá Brúnni við Streymin og norður til Tjørnuvíkar - og har eru víkiplássini ikki grivið enn.

 

Og tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum, sigur Landsverk. Summastaðni eru líkindindi kortini so vánalig, at nakrar rutur hjá Bygdaleiðum eru avlýstar í dag – og aðrastaðni er koyringin løgd um.

 

Sostatt er eingin koyring fyribils ímillum Tjørnuvík og Oyrarbakka, og tað er heldur eingin koyring ígjøgnum Norðskála. Busssurin til og úr Vestmanna, koyrir bara til og frá Fiskivinnuskúlanum, og koyrt verður heldur ikki til Gásadals.