Nú sær betri út

Veðrið, sum hevur verið vánaligt higartil í dag, sær nú út til at fara at skikka sær betri.

 

Tað var heldur váttligt, tá árligi dysturin millum tónleikarar, yvir og undir 30, byrjaði, men nú dysturin er av, er vorðið turt.

 

Dysturin endaði 4-3 til teir yngru, eftir at teir eldru høvdu verið á odda 2-1 í hálvleikinum.

 

Dysturin gekk soleiðis:

10. 0-1 John Johansen

12. 1-1 Bogi á Borg

20. 1-2 Uni Arge

33. 2-2 Bogi á Borg

42. 2-3 Uni Arge

53. 3-3 Pætur Zachariassen

60. 4-3 Trúgvi Danielsen

 

Regattain, sum hevur ligið í Hósvík, er farin at sigla fyri hálvum tíma síðani, og verður væntandi á Nólsoy um 19-tíðina.

 

Tað hevur hug at klárna, og sólin hevur somuleiðis hug at hyggja fram, so nú sær av álvara út til, at ovastevnan kann byrja.