Býráðsmeirilutin í Havn tykist vera í ørviti av øllum sínum húsaætlanum. Tá so er, er ikki undarligt, at borgarnir kenna seg ørkymlaðar.
Toppurin er, at meirilutin í álvara tosar um at gera býráðssal ovast í saltsiluni á Vestaru bryggju fyri um 20 mió kr. Fyri hesar pengar skal víðkast so mikið um toppin á siluni, at býráðslimir á fundum kunnu skoða út yvir allan býin gjøgnum vindeygu runt um alla hæddina.
Hetta tykir okkum vera óneyðugt oyðsl. Vit brúka býráðssalin á Vaglinum kanska fimm tímar um mánaðin. Gamaní er hann eitt eldri hús, men har er væl verandi nakrar tímar um mánaðin. At leggja 20 milliónir frá kommununi aftrat teimum meir enn 100 milliónunum, sum Sjóvinnuhúsið longu hevur kostað Tórshavnar havn, eru ólíkindi.
Hetta verður ikki minni sett í relieff av ætlanunum um, at øll umsitingin hjá kommununi skal fara inn í Sjóvinnuhúsið, tí Tórshavnar havn er komin í neyð av tí. Hon tykist hava uppgivið at fáa leigarar til tað, sum ætlanin var at hýsa á fleiri túsund fermetrum á Vestaru bryggju. Nú skal kommunukassin brúkast til at rinda Tórshavnar havn leigu.
Prísurin fyri at flyta býráðsumsitingina út á keikantin vestanfyri er ætlandi, at onki verður av at hýsa umsitingini í bankahúsunum í miðbýnum, sum vórðu keypt til endamálið. Higartil hevur kommunan brúkt tvær hæddir, men nú bankin er farin úr húsinum, er húsið ikki nóg gott til tað, sum tað varð keypt til.
Handilin við Bank Nordik var fyri góðar 90 milliónir krónur, 50 fyri bankan í miðbýnum og góðar 40 fyri bankan í Húsagøtu. Húsagøta varð eftir øllum sólarmerkjum bara keypt upp á hvamsvís fyri at fáa bankan í miðbýnum.
Flytir umsitingin nú øll úr miðbýnum, fara 150 fólk aftrat at hvørva haðani í einum høggi. Tað rímar illa saman við tí áhaldandi reypinum um meiri lív í miðbýin.
Soleiðis, sum ætlanirnar at hýsa umsitingini eru broyttar aftur og fram og hoyggjaðar til í hesum býráðsskeiðnum, ber ikki til at hava álit á tí, sum nú kemur undan kavi. Hvat fer hetta alt kosta kommununi, býnum og borgarunum, tá samanumkemur?
Tað átti ikki at borið til at koma so illa fyri, sum Tórshavnar kommuna og Tórshavnar havn eru komin í hesum báðum málum. Tí er annar spurningur, um býráðið ikki hevur skyldu til at fáa greiðu á, um viðgerðin av málunum hevur verið nóg dygg.










