Kanska ongantíð áður hevur eitt val verið so týðandi og avgerandi fyri framtíð Føroya. Ynskja vit trygga kós við framburði og vinnumenning, ella ótryggleika, har vit ikki vita, hvar vit enda. Nú ræður um at samla allar borgarligar kreftir.
Hoyrdi í vikuni lítið brot í útvarpinum, har tosað bleiv við reiðara. Tað snúði seg um, at fiskiloyvir skulu fara úr gildi í 2018.
Minnist ikki heilt orðavalið, men tað sum eg festi meg við var, at vinnulívsmaðurin stóð spyrjandi . Hann dugdi ikki at fyrihalda seg til, hvat fór at henda, tá fiskiloyvini blivu inndrigin í 2018. Teir fóru at arbeiða sum um, at tey ikki blivu inndrigin. Hetta sýntist so veruleikafjart.
Fólkaflokkurin ynskir at verandi aktørar í fiskivinnuni halda fram eftir 2018 undir eini loyvisskipan.
Harafturímóti tekur andstøðan av fullum huga undir við, at øll fiskiloyvir fara úr gildi tá og skulu síðani seljast á uppboðssølu. Fiskiloyvini skulu so verða galdandi í ávíst tíðarskeið.
Við hesum koyrir andstøðan okkara høvuðsvinnu og arbeiðsplássini í henni á uppboðssølu. Uppboðssølan fer at skapa ein stóran ótryggleika fyri aktørar í fiskivinnuni og fyri øll onnur, sum arbeiða har. Øll vinnan er í bíðistøðu.
Fólkaflokkurin ynskir tryggleika fyri vinnuna og fyri Føroyar. Hetta fæst einans við at skapa góðar karmar til okkara høvuðsvinnu.
Eg vil tí heita á alt Føroya fólk um at fara á val og velja ein sterkan Fólkaflokk á Føroya Løgting tann 1. Sept. Tað hevur alstóran týdning.
Vel Tryggleika, Vel Føroyar, Vel Fólkaflokkin, Flokkurin Fyri Fólkið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
valevni til løgtingsvalið