Nú nærkast ein avgerð um flakavirkið í Miðvági

Nú nærkast dagurin í stórum tá ið tað verður avgjørt antin miðvingar keypa flakavirkið í bygdini aftur, ella ikki

Miðvingar hava ikki enn slept vónini um at varðveita flakavirkið í bygdini.

Tvørturímóti tykist tað, sum at ein loysn er beint fyri stavn.

Tá ið Fiskavirking í heyst gjørdi av, at virkið í Miðvági skuldi lata aftur, var eitt ramaskríggj í Vágum, tí virkið hevur so ómetaligan týdning fyri tað lítla útjaðarasamfelagið har vesturi.

Í fyrstu syftu drógu miðvingar tað longra stráið. Tí Fiskavirking boygdi seg og lat vera við at lata virkið aftur.

Men miðvingar vistu, at enn var talan bara um ein hálvan sigur.

Tí Fiskavirking vildi bara binda seg til at hava virkið opið fyribils ímeðan samráðst var við miðvingar um at keypa virkið.

Tá lá tað í kortinum, at Fiskavirking var sinnað at hava virkið opið til einaferð í vár, og tá skuldi ein loysn verða funnin, annars læt ta- aftur

Miðvingar valdu tá bygdaráðsformannin, Jóhannes Klein at standa fyri samráðingunum við Fiskavirking um Flakavirkið og at verða talsmann teirra í málinum sum heild


Stígur kom í

Jóannes Klein sigur, at gongd hevur verið í málinum, og at ein loysn nú er í ljósmála.

Hann sigur, at fundur hevur skula verið við Framtaksgrunnin leingi, men tað ikki borið til av tí, at tað varð so óheppið at formaðurin í Framtaksgrunninum hevur ligið sjúkur.

Hann er tó komin á rættkjøl aftur og væntandi verð-ur fundurin millum miðvingar og Framtaksgrunnin ein av fyrstu døgunum.

Johannnes Klein væntar ikki, at komið verður á mál á tí fundinum,

? Men eg vænti, at vit koma heilt langt, leggur hann afturat

Hann veit ikki, hvønn týdning tað kann hava havt fyri málið, at Fiskavirking skifti stjóra mitt í øllum.

? Tað gjørdi í hvussu so er tað, at stígur kom í málið, tí tað hendi onki meðan stjóraskiftið var og til nýggjur stjóri var komin.

? Hinvegin vænti eg ikki, at miðvingar eru verri farnir, nú nýggjur maður er á brúnni í Fiskavirking.

? Stjórin, sum var, hevði bara eina ætlan. Og tað var at lata virkið aftur.

Nakra skilagóða frágreiðing sum kundi fáa okkum at góðtaka eina slíuka avgerð, fingu vit ongantíð.

? Tí virkið gevur yvirskot.

? Og hóast long tíð nú er farin, síðani orrustuna um flakavirkið í heyst, havi eg enn ikki skilt, hvussu tað kann verða skilagóður vinnulívspoltikkur at lata eitt virki aftur, sum gevur yvirskot, og sostatt gevur eitt ískoyti til slunkna kassan hjá stórfyritøkuni, sigur Johannes Klein.


Keypa ella...

Hann sigur, at spurningurin er nú, hvussu verður vorði við virkinum í Miðvági.

Mítt sjónarmið hevur altíð verið, at Fiskavirking skuldi verðið álagt at havt virkið opið av tí, at tað gevur yvirskot.

Men eydnast tað ikki, mugu vit finna útvegir fyri at keypa virkið.

Hann sigur, at hann hevur tosað leyðsliga við peningastovnarnar um fígging og teir eru allir positivir.

Tó er ongin endalig tilsøgn fingin enn.

? Vit kunnu ikki fara í fíggingastovnarnar fyrrenn vit hava eina liðuga ætlan at leggja fyri teir.

Og tað kunnu vit í hvussu so er ikki hava, fyrrenn vit eru samd við Fiskavirking um ein prís.

Og eftir, hvat skilst á talsmanninum hjá miðvingum, er nokk so langt ímillum partarnar á hasum økinum.

Jóannes Klein sigur, at talan er um ein samráðingarspurning og hann vil tí ikki leggja tøl á alment á borðið enn.

? Men tað er heilt fitt ímillum tað, virkið kann bera, og tað, Fiskavirking vil hava fyri tað.

? Skulu vit gjalda prísin, teir hava lagt á, er ongin vón um at fáa tað at ganga

Jóhannes Klein sigur, at umframt keypsprísin, skulu miðvingar vera til reiðar at offra einar tríggjar milliónir uppá virkið.

? Sjálvi ES krøvini eru mett at kosta 1,5 millión.

? Hinvegin eru maskinurnar so gamlar, at hóast tær ganga væl enn, verður neyðugt at skifta út heilt skjótt, og tað er mett at kosta einar 2,5 milliónir afturat.

? Men so hava vit eisini eitt sera nýmótans virki, leggur hann afturat.

Frá øðrum, álítandi keldum í Miðvági hava vit frætt, at Fiskavirking hevur kravt seks milliónir fyri virkið.