- Vit mugu lata vit og skil ráða og tískil mugu vit nú steðga á. Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.
Tað sum Annfinn Brekkstein heldur, er við at fara so illa av kós, at tað er neyðugt, at býráðið steðgar á ímeðan býráðið viðgerð málið av nýggjum, er ætlanin at byggja nýggjan musikkskúla í Havn.
Annars hevur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, lovað, at spakin skal setast í longu í hesum árinum.
Men eitt, sum fer Annfinn Brekkstein at stinga fingurin er í jørðina, er prísurin.
Upprunaliga skuldi skúlin kosta slakar 41 milliónir, men nú er prísurin komin upp á 67 milliónir, og tá er innbúgv og útgerð enntá ikki talt við, sigur hann
- Eg eri ikki tryggur við støðuna og tí mugu vit steðga á og vita, hvar vit standa, sigur Annfinn Brekkstein.
Hann leggur eisini dent á, at tað er neyðugt at vita akkurát, hvat skúlin kostar, áðrenn spakin verður settur í, so at býráðið veit, hvat tað gevur seg í kast við.
Hann heldur, býráðslimir kunnu ikki loyva sær annað mótvegis skattgjaldarunum.
Hetta er ein grundgeving ein annar býráðslimur, Marin Katrina Frýdal, heldur lítið um. Hon heldur, at kravið um at kenna nágreiniliga kostnaðin áðrenn farið verður at byggja, er skálkaskjól.
Var tað eitt krav, at nágreiniligi kostnaðurin skuldi vera kendur, áðrenn farið verður undir byggingina, hví verður so farið undir at gera fótbóltsvøllin í Hoyvík, hóast eingin hevur ánilsi av, hvat hann fer at kosta, spyr hon í grein her á in.fo.
Hinvegin rør hon framundir, at tað ið forðar byggingini, er, at tað verður arbeitt í loyndum við onkrum loyniligum ætlanum fyri Musikkskúlan. Men tað eru ætlanir, nógv av okkum í “breiða samstarvinum” hjá borgarstjóranum einki sum helst vita um, sum hon tekur til.
- Ella er kanska meiningin heilt at sleppa ætlanini við einum nýggjum musikkskúla til frama fyri aðrar verkætlanir og onnur áhugamál, spyr Marin Katrina Frýdal.
Ein annar býráðslimur, sum eisini hevur givið ilt av sær, er Jógvan Arge, varaborgarstjóri.
Ætlanin hevur verið at byggja musikkskúlan í Sortudíki við Norðurlandahúsið.
Men Jógvan Arge sigur, at eitt, sum av álvara legði fótonglar í vegin, var, tá ið borgarstjórin í heyst, uttan viðgerð í bygginevndini og mentamálanevndini, og uttan orð ella boð frammanundan, boðaði frá, at arbeiðið við Musikkskúlanum skuldi steðgast í stundini, meðan møguleikarnir vórðu kannaðir at gera Musikkskúlan í einari hædd í Kommunuskúlanum.
- Soleiðis hevur mann í longri tíð gingið sum eina rukka frá Heródes til Pilatus til tess at koma víðari við musikkskúlamálinum, uttan at fáa annað burtur úr enn uttanumtos um staðsetingar bæði heimaliga og uttarlaga, ovarlaga og niðarlaga í býnum.
Hann sigur somuleiðis, at tað er eingin sum helst orsøk at ivast í, hvar musikkskúlin skal kosta, tí í fíggjarkarmunum hjá býráðnum, eru 67 milliónir settar av til endamálið.
Hann sigur, at tað tað er heldur eingin orsøk at ivast í, hvar hann skal vera, tí býráðið hevur samtykt, at hann skal vera í Sortudíki.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Annfinn Brekkstein greiða frá sínari støðu
Les eisini: Nú verður nýggjur musikkskúli bygdur Les eisini: Stígur komin í musikskúlan Les eisini: Musikskúlin kemur - bara ein spurningur um tíð Les eisini: Musikkskúlin - nei tað er ikki kostnaðurin Les eisini: Býráðið hevur samtykt sín fíggjarkarm fyri musikkskúlan Les eisini: Sethús víkja fyri Musikkskúla Les eisini: Fleiri ára bíðitíð komin at enda
|










