Tað er ov galið, at tað ikki er so frægt, at arbeiðsfólk kunnu fáa frí við løn á sjálvum altjóða arbeiðaradagnum.
Hans Pauli Holm var ein av mongum, sum heilsaði Arbeiðsmannafelagnum Fylking á 100 ára degnum.
Hann hevur arbeitt hjá kommununi í nógv ár, men hann helt, at arbeiðararørslan í Føroyum var komin nakað stutt, tá ið tað ikki hevði eydnast at fáa arbeiðsfólki frí við løn sjálvan altjóða arbeiðaradagin.
Støðan er tann, at arbeiðsfólk hava frí 1. mai, men tey fáa ikki løn. Og hann helt, at tað var ótrúligt, at ein arbeiðari ikki skal kunna fáa løn sjálvan arbeiðaradagin.
- Nú má stundin vera komin til at Føroya Arbeiðarafelag tekur spurningin upp, heldur hann.
Georg G. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er ikki ósamdur, og hann heldur, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp, næstu ferð samráðingar verða.