Seinasta samdøgur eru staðfestir átta nýggir smittutilburðir við covid-19 í Grønlandi.
Men, her gerast fólk eisini frísk aftur, og nú er talið av fólki, sum vera staðfest frísk, størri enn talið av nýggjum smittutilburðum.
Tað merkir, skrivar Sermitsiaq, at samanlagt er talið av smittaðum seinasta samdøgur minkað úr 98 mánadagin niður í 89 í dag, týsdagin.
Hetta er soleiðis annar dagurin á rað, at talið av aktivum smittaðum í Grønlandi minkar.
Tað eru eisini góð tíðindi at frætta úr Qeqqata kommunu, sum hevur havt flestar smittutilburðir seinastu tíðina.
Her er talið av aktivum smittaðum minkað við 12 seinasta samdøgur - niður í 61 tilburðir.
Men, í Avannaata kommunu er koronu-smittan hinvegin komin aftur, tí her eru staðfestir tríggir nýggir tilburðir við covid-10 í Upernavik.
- Seinastu tíðina hevur annars eingin smitta verið í Avannaata kommunu, veit Sermitsiaq at siga í dag.