Í løtuni er ovmikið av Pfizer koppingarevninum ímóti covid-19 í landinum, og samanlagt fáa Føroyar omanfyri 30.000 skamtar í hesum mánaðinum.
Avbjóðingin hjá Heilsuverkinum er nú at fáa nóg mikið av armum at prika fyri at fáa koppsetingina at ganga skjótari.
Nógvar tøkar tiðir eru til koppseting, og í gjár heittu bæði landslæknin og koronaráðgevin hjá Heilsumálaráðnum á fólk um at lata seg koppseta. Tað gjørdu teir í samrøðum við KvF og FM1.
– Vit hava ovmikkið av koppingarevni, og vit hava nóg mikið av starvsfólk til at prika, so nú eru tað fólkini at prika, sum mangla, segði Bjarni á Steig, koronaráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, við Kringvarpið.
Tað eru serliga tey ungu og tey yvir 60 ár, sum mangla at koppseta seg.
Fram til í gjár vóru 57.500 prik gjørd. Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 prik skulu gerast fyri at fáa flokkverju í Føroyum. Tað vil siga, at tað mangla góð 26.000 prik at gera. Varastjórin í Heilsumálaráðnum segði í farnu viku við In.fo, at málið var at koppseta 7-8000 fólk um vikuna næstu tíðina.