Nú lýsir í langhylinum

El-arbeiðið í síðubygninginum er komið væl áleiðis, og nú verður farið undir sjálva svimjihøllina

 

Langhylurin í Vági skrivar á heimaíðu sínari, at el-arbeiðið í langhylinum gongur væl. Elektrikarar eru nú komnir væl áleiðis við el-arbeiðið í síðubygninginum og eru byrjaðir uppá el-arbeiði í sjálvari svimjihøllini.

 

Meginparturin av ljósunum í síðubygninginum – í skiftirúmunum, wc’um, durðinum, gongum, goymslurúmum, venjingarmiðstøðini os.fr. – eru at kalla liðugt monteraði.

 

Elektrikarar eru nú farnir undir at gera ljósiní í sjálvari svimjihøllini. Ljósini verða monteraði í tveimum røðum í tí umleið 70 m. langa bygninginum. Skinnarar eru festir uppundir límtræ’s-dragararnir og síðani verður farið undir at festa ljós og draga kaðal.