Nú liggur aliringur á Sandsvág

Sleipibátur hevur nú verið á Sandi við aliringinum sum skal liggja á Sandsvág fyri at vita, um umstøður eru til aling á vánni.

Í endanum av hesi vikuni kom sleipibátur við aliringinum, sum alifyritøkan Marine Harvest Føroyar skal hava liggjandi á Sandsvág fyri at vita, um umstøður eru til aling á vánni.

 

Tað eru nakrar vikur síðan, at alifyritøkan kom til bygdar við søkkum, ketum, flotum og øðrum, sum skuldi brúkast til at fortoya aliringin við, og nú liggur aliringurin á vánni.

 

Stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, hevur áður sagt við in.fo, at um royndirnar at hava aliring liggjandi á Sandsvág fara at eydnast, er málið hjá felagnum at seta fisk út til várs, helst í mars/ apríl.

 

- Vit hugsa um at seta 390.000 smolt út í seks ringar. Hetta er ikki eitt so velduga stórt tal í mun til talið av ringum, men vit halda, at hetta er eitt hóskandi tal, sigur hann.

 

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at enn hevur felagið ikki fingið loyvi til at seta smolt út, men ætlanin er, at hetta loyvi skal verða komið upp á pláss í góðari tíð fyri ætlaðu útsetingina.

 

- Um fiskur verður settur út í ætlaðu ringarnar í mars/ apríl, verður fyrsta tøkan stívliga eitt ár seinni - ella á sumri í 2016, leggur hann aftrat.