Støðutalvan sigur, at KÍ eftir sjey umfør er topplið við fullari úrtøku. Tað eru seks stig frá KÍ og aftur til Víking, sum er næstfremst. Umframt at spæla í Klaksvík í kvøld eigur Víkingur útsettan dyst ímóti AB, sum týskvøldið verður í Sarpugerði. Um tað eydnast Víkingi í kvøld at steðga sigursrøðini hjá KÍ og fara til hús við fullari úrtøku, og um tað týskvøldið fer at eydnast Víkingi at vinna fulla úrtøku ímóti AB, so verður tað av álvara spenningur um oddasessin.
Hjá KÍ eru Ólavur Eyðsteinsson Poulsen, Børge Petersen og Claes Philip Kronberg framvegis skaddir.
Hjá Víkingi fór Ingi Jonhardsson skaddur av vøllinum, tá ið tað sunnudagin endaði við sannførandi 4-2 Víkinga heimasigri ímóti HB. Mitt í vikuni vandi hann aftur saman við liðfeløgunum. Signar á Brúnni og Bergur Poulsen eru skaddir. Jákup Johansen og Andreas Lava Olsen hava verið darvaðir av skaðum. Tað er møguleiki fyri, at teir vera á listanum í kvøld.
Í gjárkvøldið var Ari Olsen allar 90 minuttirnar á næstbesta liðnum, sum á heimavølli vann 1-0 ímóti B71. Tá var Finnur Justinussen ikki við. Hann spældi ein hálvan tíma á næstbesta liðnum fyri einari viku síðani. Tað er møguleiki fyri, at hann verður á listanum í kvøld.
Víkingur hevur ikki vunnið stig í Klaksvík síðani 6. mai í 2018, tá ið tað endaði 2-1 til gestirnar. Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda, og Adeshina Lawal og Heðin Hansen skoraðu málini hjá Víkingi.
Fýra spælarar á hvørjum liðnum vóru eisini við fyri fýra árum síðani.
Hjá KÍ eru teir umframt Jóannes Bjartalíð Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen og Páll A. Klettskarð.
Hjá Víkingi eru teir Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen.
Víkingur og KÍ hittust í síðsta umfari í fjør. Tá endaði tað 1-1 í Gøtu. Í Klaksvíkskappingini næstsíðsta vikuskiftið undan kappingarbyrjan í vár endaði tað eisini javnt, áðrenn Víkingur vann brotssparkskappingina.










