Nú er klárt hjá ungdómum í Runavíkar kommunu at taka í nýtslu hølini, sum skulu vera karmur um ungdómslív og virki.
Frá sunnudegnum og alla næstu viku vera mentanardagar í Runavíkar kommunu. Setanin verður klokkan 14 sunnudagin. Setanin verður í Gulu Smiðju, tá ið tað samstundis verður skipað fyri móttøku í sambandi við, at eyðkendi guli smiðjubygningurin verður nýggja ungdóms og virkishúsið í kommununi. Umframt hugnaliga og mennandi samveru í rúsfríum umhvørvi, so er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula Smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum, verður sagt í skránni fyri mentandagarnar í Runavíkar kommunu.
Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri fer at siga nøkur orð, tað verður tónleikur og okkurt gott undir góman.
Tað skundaði undir at gera smiðjuna lidna at vera ungdómshús, tá ið Kongshavnar Kvinnufelag seldi kommununi húsini, sum felagið átti á Glyvrum. Húsini eru nú frítíðarskúli, og kvinnufelagið gav upphæddina, sum felagið fekk fyri húsini – 2,5 milliónir krónur – til kommununa at brúka til at fáa ungdómunum høli at halda til í.