Rentan í Føroyum lækkar nú enn einaferð. Báðir teir stóru bankarnir í Føroyum boða frá nú í dag, at rentan lækkar. Fyrst boðaði Eik frá rentulækking, men tað gingu ikki nógvir tímar, so kom eisini ein fráboðan frá BankNordik um at rentan lækkar. Báðir bankarnir vísa á, at í londunum rundan um okkum er rentan lækka og at teir nú fylgja við.
Í hesum sambandi boðar Eik frá, at lægsta bústaðarlánsrenta lækkar niður í 3,15 prosent, og lægsta bilrenta niður í 3,95 prosent. Einstakar innlánsrentur lækka við upp til 0,5 prosentstigum, meðan einstakar útlánsrentur lækka við upp til 0,55 prosentstigum.
BankNordik boðar frá, at fyri tey, sum eru við í fyrimunaskipanini hjá bankanum, lækkar lægsta bústaðarrenta niður í 3,10 prosent. Samstundis lækkar lægsta bilrenta niður í 3,95 prosent. Aðrar inn- og útlánsrentur lækkað við upp til 0,75 prosentstig.
Í báðum bankunum koma lækkingarnar í gildi hálvan mars.
|










