Nú kunnu yngri fólk eisini verða koppsett fyri koronu

Men í dag eru tað bara nøkur ávís, sum kunnu bíleggja tíð

Nú verður aldursmarkið fyri, hvørji kunnu verða koppsett fyri koronu, lækkað enn meiri. Nú kunnu tey í aldursbólkinum 45 – 54 ár eisini bíleggja tíð til at verða koppsett. Tað sigur sjúkrahúsverkið í eini fráboðan.

 

Í dag eru tað bara tey 45-54 ára gomlu, sum eru í einum vandabólki, sum kunnu bíleggja tíð, men í morgin kunnu øll hini eisini. 

 

Tey, sum eru í vandabólki hava framíhjárætt at verða koppsett. Tískil er reglan tann, at tann fyrsta dagin tað ber til at bíleggja sær tíð til koppseting í einum aldursbólki, eru tað tey, sum eru í einum serligum vandabólki, sum hava framíhjárætt at bíleggja tíð. tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

 

Eitt yvirlit yvir vandabólkarnar sæst HER: https://corona.fo/upload/tinymce/ba48e034da4af8d30d84f522e895e2bd32aa425b.pdf

 

Og tað er so í dag, at tey 45 – 54 ára gomlu, sum eru í vandabólki, kunnu bíleggja tíð til at verða koppsett, men í morgin kunnu øll hini eisini bíleggja sær tíð.

 

Hesa næstu tíðina er nógv koppingarevni á veg til Føroyar. Í dag kemur ein sending við yvir 6.500 skamtum til Føroyar, og tað er eisini koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech. Og væntandi kemur ein líka stór sending aftur um tvær vikur – men tað er kortini ikki endaliga váttað, sigur Sjúkrahúsverkið.