Nú kunnu tey sum eru 45 og eldri bíleggja tíð til koppseting

Nýggj sending við koppingarevni kemur skjótt

– Øll, sum eru 45 ár og eldri, eru nú vælkomin at bóka sær tíð til koppseting á corona.fo.

 

Soleiðis sigur Landssjúkrahúsið í dag, nú tað er blivið møguligt hjá enn fleiri føroyingum at koppsetast.

 

– Hildið verður fram við koppsetingini, til koppingarevni er uppi, skrivar Landssjúkrahúsið í fráboðan.

 

Nýggj sending við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í aðru viku.