Bátastevnan í Vestmanna, sum í ár verður hildin 16. og 17. mai, er ein av heilt stóru hendingunum hjá báta- og húsvagnaeigarum, og tí hevur ofta staðið á at rúma øllum gestunum. Ikki tí, tey flestu hava so ella so funnið sær pláss, men nú ber til at tryggjað sær, at hetta ikki verður nakar trupulleiki.
Fyriskipararnir bjóða nevnliga stevnugestunum møguleika at bíleggja sær pláss, og kann hetta gerast fram til 9. mai. Hevur tú ikki bílagt, tá freistin er farin, ber framvegis til at koma á stevnu, men tá skal avroknast á staðnum.










