Nú kunnu klaksvíkingar løða elbilin

SEV hevur sett upp eina løðistøð til El-bilar í Klaksvík. Av tí at talan er um fyrstu løðistøð av sínum slag í Føroyum, verður gjørt eitt sindur burturúr týsdagin 15. dec. kl. 9:30 miðskeiðis á parkeringsøkinum við FK í Klaksvík, har løðistøðin stendur.

 

Mett verður, at løðistøðin stuðlar undir elektrifiseringina, ið kanska slóðar fyri broyttum orkumynstri í framtíðini, tá ið hugsað verður um bilar.

 

Tveir bilar kunnu løða við hetta staðið. Í mun til stødd á bili og battaríi, verður talan um skjóta løðistøð, sum eftir 20 minuttir kann løða áleið tóm battarí upp til 80 prosent av fullari styrki.

 

Stjórin á SEV, Hákun Djurhuus handar løðistøðina til býin til almenna nýtslu og Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur fyrsta bilin til at løða.

 

- Løðistøðin kemur at stuðla undir tí grønu orkuleið, Klaksvíkar býráð hevur sett sær fyri at fylgja, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum skal løða fyrsta bilin.

 

Aftaná haldið við løðistøðina, verður farið niðan í býráðshøllina til eitt lítið ábit, har styttri røður verða.

 

Mynd og tekstur: Dávur Winther