Nú kunnu fyritøkur søkja um undangóðkenning

Tað er tveir skúlabygningar, sum skulu umvælast. Teir eru bygdir ávikavist í fimti-og sekstiárunum

Vestmanna kommuna bjóðar nú fyritøkum at søkja um undangóðkenning at verða við í útboðnum av stórari skúlaumvæling. 

 

- Talan er um tveir bygningar, sum skulu umvælast. Teir eru bygdir ávikavist í fimti-og sekstiárunum.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at allur klimaskermurin skal gerast av nýggjum, og tað mesta av lendisgólvinum skal eisini brótast upp og gerast av nýggjum.

 

- Ávísar broytingar í betongdekki og betongveggum eru týðandi partur av uppgávuni, og nýggj vesikjarna við gong í trimum hæddum verður nýggjur bygningspartur.

 

Lagt verður aftrat, at allar installatiónir skulu skiftast og nútímansgerast, og elevatorur skal setast í bygningin uppat verandi høvuðstrappum.

 

- Omaná verandi flata betongtak, skal reising byggjast við trækonstruktión, og tilsamans fevnir arbeiðið um góðar 2700 fermetrar.

 

Sagt verður, at royndir eru tiknar, og staðfest er, at nakað av vandamiklum evnum eru at taka atlit til í arbeiðnum.

 

- Útboðið verður í høvuðsarbeiðstøku við undangóðkenning, har 3-5 undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

 

Freistin at senda inn umsókn um undangóðkenning er 20. mars 2026 klokkan 14, og spurningar um undangóðkenningina kunnu setast Christiani Johannesen á cj@eya.fo.