Tað er soleiðis, at tænastumenn hjá landinum kunnu fara frá við pensjón sum 60 ára gamlir. Onnur fólk hava verið noydd at bíða, til tey verða 67 ár. Men tænastumenn hava havt tann framíhjárætt, at tey kunnu fara frá, tá tey eru 60 ella ímillum 60 og 67 ár undir ávísum treytum.
Í sambandi við, at fráfaringaraldurin hjá alment settum starvsfólkum hækkar úr 70 í 72 ár, so vil landsstýrið broyta rættin hjá tænastumonnum at fara frá fyri tíð. Tann aldurin skal eisini hækka við tveimum árum eins og fráfaringaraldurin. Tí er ætlanin at broyta lógina um tænastumenn landsins soleiðis, at komandi tænastumenn í fyrsta lagi kunnu fara frá, tá tey eru 62 ár og ikki 60 ár.
Nú eru tað so bara løgtingsfólk, sum kunnu fara frá sum 60 ára gomul. Tí ætlanin er ikki broyta hesar treytir fyri tingfólk. Tingfólk eru ikki tænastumenn, sum vera man, men tey eru lønt sum tænastumenn.
Tey hava eisini hendan rættin at fara frá sum 60 ára gomul við fullari pensjón undir ávísum treytum.
Treytin er, sum tað stendur í løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna:
»Um aldurin á tingmanni og tvær ferðir starvsaldurin í tinginum og í landsstýrinum tilsamans geva í minsta lagi 95 ár, fær tingmaðurin eftirløn frá 60 ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Formansskapur løgtingsins kann veita tingmanni, sum er farin frá og er fyltur 60 ár, egineftirløn samb. 1. stk., um heilsu-, fíggjarlig- ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.«
Einki evstamark er fyri, hvussu gomul tingfólk kunnu vera.