Tað var í gjár, at Benny Engelbrecht mátti leggja frá sær sum flutningsmálaráðharri, eftir at Eindarlistin hevði mist álitið á honum.
Í dag hevur forsætisráðfrúan so gjørt broytingar í stjórnini, sum merkja, at Trine Bramsen, sum higartil hevur verið ráðfrú í verjumálum, verður nýggj ráðfrú í flutningsmálum. Morten Bødskov, sum hevur verið ráðharri í skattamálum, verður verjumálaráðharri, og nýggjur ráðharri verður Jeppe Bruus, sum verður skattamálaráðharri.
Tað vil so siga, at Trine Bramsen, sum fleiri ferðir hevur skula komið til Føroya at tosa við landsstýrið um umstrídda radaramálið, ikki kemur til Føroyar kortini – í hesum ørindum, í øllum førum. Tí ta uppgávuna eigur Morten Bødskov nú.
##med2##
Forsætismálaráðið boðar frá broytingunum í stjórnini í tíðindaskrivi í morgun.
##med3##