Nú kemur kaldari heystveður

Neyvan verður nakað fjallveður í komandi viku.

Eitt hátrýst við Skotland liggur nærum kvirt, meðan eitt lágtrýst uttan fyri landsynningsgrønland flytir seg í ein landnyrðing. Eitt tilhoyrandi brúgvalag nærkast spakuliga Føroyum úr vestri, meðan tað spakuliga fer í upploysn. Týsdagin fer eitt djúpt lágtrýst úr útsynningi móti Íslandi og Norðurhavinum og tilhoyrandi brúgvaløg við regni og vindi fara framvið Føroyum úr vestri týskvøldið. Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst yvir brúgvaløgum fram við oyggjunum úr vestri.

 

Sunnudagin verður skýggjað, men yvirhøvur turt. Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi. Í kvøld og í nátt enn skýggjað og í støðum sirm. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

 

Mándagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Út á dagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, men tað klárar í, tó verður okkurt æli. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og um kvøldið veksur upp í hvassan vind, 13 til 18 metrar um sekundið. Sól, men seinnapartin regn av vestri. Um náttina upp í skrið av vestri, 15 til 20 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin verður hvassur vindur upp í skrið av vestri, seinni útnyrðingi, 15 til 20 metrar um sekundið, um kvøldið makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Ælaveður, men eisini sól. Um náttina eitt lot av ymsum ættum, undir 6 metrar um sekundið, seinni gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, skýggjað og stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin veður gul til stívt andøvsgul av eystri, í støðum upp í ein strúk, 5 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan. Skýggjað og regn, seinni klárar í, men okkurt æli. Um kvøldið eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 6 metrar um sekundið, men um náttina eitt andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, og regn av vestri. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin veður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn. Um kvøldið vindur av útsynningi, sum eina løtu makar niður í 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í, men verður ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.