- Nú verður farið undir at útbyggja 4G - ella LTE, sum tað eisini eitur. Talan er um dygdarbesta breiðbandsnetið til fartelefonir og aðrar eindir, sum nýta farnet, skrivar Føroya Tele.
Ætlanin er, at nýggja 4G netið skal nøkta framtíðartørvin á breiðbandi til fartelefonir, teldlar og aðrar databerandi eindir í Føroyum.
- Krøvini til datamongd og dataferð økjast alsamt, og tí er Føroya Tele farið at gera fyrireikingar til at útbyggja eitt 4G-net um alt landið, boðar Føroya Tele frá.
Føroya Tele sigur, at netið longu í stóran mun er fyrireikað til 4G og at uppgávan at uppstiga netið tí ikki er so stór, sum hon annars kundi verið.
- 4G LTE hjá Føroya Tele verður útbygt komandi árini, býtt upp í tvær ymiskar verkætlanir. Fyrsti parturin snýr seg um at útbyggja 10 støðir í Havn, Klaksvík og Runavík. Útbyggingarverkætlanin snýr seg um at útbyggja LTE til alt landið.
Føroya Tele boða frá, at fyrsti parturin av LTE-útbyggingini verður liðugur í 2015, meðan samlaða verkætlanin at útbyggja til alt landið verður heilt liðug í 2019. Samlaða íløgan verður góðar 40 milliónir krónur.
4. ættarlið av fartelefoni
· Fyrsta ættarlið var NMT, Nordic Mobile Telephony, ið var ein analog tøkni, sum nú er niðurløgd.
· Næsta ættarlið var GSM ella 2G, sum Føroya Tele kom við í 1998. Føroya Tele fekk útbreiðslu til alt landið og langt út á havøkið. Hetta var fyrsta ættarlið, ið seinni kundi brúkast til farbreiðband gjøgnum fyrst GPRS og síðan Edge, ið var eitt sindur skjótari.
· Triðja ættarlið, sum kom 2009, kallaðist 3G, sum í dag er um so at siga alt landið. Nú kom verulig ferð á farbreiðbandið. Okkara sjófólk fáa eisini gagn av 3G gjøgnum Sjónetið, sum røkkur heilt út á 70 fjórðingar.
· Nú er so tíðin komin til fjórða ættarliðið 4G LTE og enn størri ferð á farbreiðbandinum.