Nú kanst tú keypa bilin hjá Blachman

Um tú kundi hugsað tær at átt ein Citroen CX 25 GTi frá 1984, so hevur tú møguleikan. Tí kendi danski tónleikaframleiðarin, sum er kendur frá X Factor, Thomas Blachman, hevur nú sett sín gamla Citroen til sølu.

 

Hóast talan er um eitt ellisakfar – og ein ikki sørt serligan bil, so er hetta gerandisbilurin hjá Thomas Blachmann, sum hann hevur nýtt hvønn dag seinastu sjey árini.

 

Maðurin, sum skal selja bilin fyri Blachmann sigur, at bilurin er í góðum standi, hvat rusti viðvíkur. Men eitt sindur av mekaniskum arbeiði skal gerast, og tí verður bilurin seldur fyri »bara« 40.000 krónur, verður sagt.

 

Bilurin er til sølu á heimasíðuni viaretro.com.

 

Umframt áhugan fyri gomlum bilum, so hevur Thomas Blachmann eftir øllum at døma eisini áhuga fyri gomlum skipum. Tí skrivstovu sína hevur hann umborð á gomlu Sundaferguni, sum liggur við bryggju í Keypmannahavn – skamt frá Norðuratlandsbryggjuni.

 

Sundafergan sigldi í Sundalagnum millum Hósvík og Selatrað og Hvalvík og Oyri. Hon var í Føroyum frá 1969 til 1976, tá brúgvin um Streym og Norðskálatunnilin tóku grundarlagið undan henni.

 

Ferjan varð bygd í Svendborg í 1954 og sigldi í 12 ár millum Svendborg og Vindby – tá undir navninum Fritz Juel. Á sumri í 1969 keypti reiðaríið Sundaferjan á Oyrarbakka ferjuna, sum eftir at hon varð seld úr Føroyum røkti farleiðir í Danmark til 2001.

 

Síðani 2001 hevur ferjan verið privatogn undir upprunaliga navninum Fitz Juel og hevur verið brúkt sum húsbátur. Arkitekturin Nils Jeppe Hansen umbygdi ferjuna til ein húsbát, sum er 350 fermetrar til støddar.

 

– Eg havi í nógv ár órógvað mítt familjulív við nógvum fólkum, sum eru komin inn og út í sambandi við mítt arbeiði. Nú vil eg skilja privatlívið og arbeiðslív frá hvørjum øðrum, og eg eri fallin fyri hesum bátinum, sum skal verða eitt kreativt verkstað hjá mær, segði Thomas Blachman, tá hann keypti ferjuna í 2013 fyri sjey milliónir krónur.

 

Sambært manninum, sum nú hevur gamla Citroenin hjá Blachman til sølu, so vil Thomas Blachmann seta undirskrift sína á instrumentbrettið, um keyparin ynskir tað.

 

Niðanfyri síggjast nakrar nýggjar og nakrar gamlar myndir av Sundaferguni: