Nú kanst tú blíva bachelor í politi

Á ólavsøku ber aftur til hjá tveimum føroyingum at byrja á politiskúlanum í Keypmannahavn.

Á ólavsøku ber aftur til hjá tveimum føroyingum at byrja á politiskúlanum í Keypmannahavn.

 

Sum nakað nýtt fáa hesi bæði – sum fyrstu føroyingar – eina útbúgving um sum bachelor innan politivirksemi.

 

Í lýsing sigur politiið í Føroyum, at freistin til at søkja hesi størv er 21. mars, og at allar upptøkuroyndirnar verða hildnar í viku 13.

 

Leiðbeiningar um upptøkuroyndir og útbúgving síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Tá søkt verður inn til politist í Føroyum, er mannagongdin tann sama sum í Danmark. Í Føroyum er tó hesi frávik frá tí, sum er nevnt á donsku heimasíðuni:

 

Ein skrivlig roynd verður í føroyskum

 

Ein svimjiroynd verður, sum einans hevur til endamál at staðfesta, um umsøkjarin hevur vatnræðslu

 

Eftir lokna útbúgving í Danmark skal politisturin aftur til Føroya at arbeiða.