Seinnapartin verður sætta umfar í bestu landskappingini. Øll liðini hava spælt fimm dystir uttan Víkingur og AB. Tey eiga útsettan dyst í Sarpugerði. Hann varð útsettur orsakað av vánaligum líkindum. Tað var í triðja umfari. Útsetti dysturin er ásettur at vera 3. mai ella á krossmessu.
Skráin í dag sær soleiðis út, at tað eru tey fimm, sum í fjør endaðu í ovaru hálvu, sum fara at spæla ímóti teimum fimm, ið endaðu í niðaru hálvu.
Støðutalvan sigur, at NSÍ, sum í fjør endaði á fjórða plássi, nú er næstniðast. NSÍ fer at spæla ímóti AB, sum er triðniðast.
EB/Streymur, sum í fjør endaði á sjeynda plássi, er nú nummar fýra, og í dag verður tað B36, sum í fjør endaði á fimta plássi, og sum nú er á fimta plássi, sum fer at taka ímóti EB/Streymi.
Skála er einasta liðið, sum ikki hevur vunnið. Í dag fær Skála vitjan av HB, sum er næstfremst, men sum tvær tær seinastu ferðirnar ikki hevur megnað meiri enn javnleik – á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Oyggjauppgerð verður á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av Víkingi, og í Klaksvík fær KÍ, sum framvegis hevur fulla úrtøku vitjan av 07 Vestur, sum hósdagin vann seg víðari í steypakappingini við eftir longda leiktíð at vinna 4-2 á útivølli ímóti EB/Streymi.
KÍ – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00
B68 – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 16.00
Skála – HB: Alex Troleis kl. 15.00
B36 – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.15
AB – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00
KÍ | 5 | 5 | 0 | 0 | 16 | 1 | 15 |
HB | 5 | 3 | 2 | 0 | 12 | 5 | 11 |
Víkingur | 4 | 3 | 0 | 1 | 11 | 6 | 9 |
EB/Streymur | 5 | 2 | 1 | 2 | 10 | 9 | 7 |
B36 | 5 | 2 | 0 | 3 | 6 | 6 | 6 |
B68 | 5 | 1 | 2 | 2 | 6 | 8 | 5 |
07 Vestur | 5 | 1 | 2 | 2 | 6 | 9 | 5 |
AB | 4 | 1 | 1 | 2 | 7 | 13 | 4 |
NSÍ | 5 | 1 | 0 | 4 | 5 | 16 | 3 |
Skála | 5 | 0 | 2 | 3 | 5 | 11 | 2 |