Í kvøld verður finalan í Europa League millum spanska Villarreal og Manchester United. Hetta er tað nærmasta Ole Gunnar Solskjær er komin at vinna eitt steyp í tíðini sum venjari hjá enska stórfelagnum.
Stóra ivamálið upp til finaluna í kvøld, er um Harry Magurie verður tøkur. Miðverjin, sum bleiv heimsins dýrasti verjuspælari, tá Manchester United keypti hann frá Leicester, hevur verið skaddur seinastu vikurnar.
Hann hevði annars spælt hvønn minutt fyri Manchester United í Premier League, eftir at hann kom til úr Leicester í 2019. Hann bleiv skaddur í dystinum móti Aston Villa fyri tveimum vikum síðani, og vandi ikki í gjár. Tí verður ikki væntað, at hann spælir í kvøld, men hann er í hópinum.
Finalan verður í Gdansk í Póllandi. Sir Alex Ferguson er við á ferðini og ætlanin er, at hann skal geva liðnum tað seinasta, ið skal til fyri at fáa eitt steyp við Ole Gunnar Solskjær sum venjara.
Væntað uppstilling: De Gea; Wan-Bissaka, Bailly, Lindelöf, Shaw; McTominay, Fred; Rashford, Bruno Fernandes, Pogba; Cavani
Europa League finalan:
Villarreal – Manchester United (20.00)