Eini 70 altjóða aktivistar eru í hesum døgum partar av herferð hjá Sea Shepherd í Skotlandi. Fólkini royna at steðga skotskum laksafiskarum, sum drepa kópar, ið teir halda gera seg inn á stovnin av villum laksi.
Scottish Wild Salmon Company hevur loyvi at skjóta kópar, sum tey halda gera seg inn á villa laksin, men Sea Shepherd viðurkennir ikki hendan rætt.
Heldur royna fólk frá felagsskapinum at forða skotum drepa kóparnar, og Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, gongur sum vant undan í orðadráttinum og kallar skotsku laksafiskarnar ”drápsmenn”.
Sea Shepherd lovar næstan 80.000 krónur fyri prógv, sum vísa at kópur verður dripin av umboðum fyri Scottish Wild Salmon Company.
Leiðarin fyri herferðina hjá Sea Shepherd í Skotlandi sigur blaðið Press & Journal, at fólk fara at halda vakt kring Skotland, á Orkney, í Hetlandi og Hebridunum alt summar.










