Nú hoyrast Rás2 og Lindin aftur í Klaksvík, umframt ymsastaðni í Leirvík og har norðuri á leiðini.
Í gjár varð eitt tekniskt brek á antennuni á Klakki, sum førdi til, at Rás2 og Lindin lógu svørt í hesum økjum norðanfyri.
Men sum veðrið var í gjár, var ikki hugsingur um at fara niðan á Klakk at umvæla brekið, tí tað var ov nógvur vindur.
Men Petur Jacobsen, stjóri í R2Net, sum umsitur sendinetið hjá Rás2 og Lindini, sigur, at teir fóru niðan á Klakk stutt eftir klokkan fýra í morgun.
- Ein stikkari í antennuni var brotin, men hann varð skiftur, so nú hoyrast Rás2 og lindin aftur sum tey skulu.
Annars ber altíð til at lurta eftir rás2 á netinum við at TRÝSTA HER og at trýsta á pílin ovaliga á síðuni, har tað stendur, Lurta eftir Rás2 her.