Seinnapartin verður tað farið undir annan triðing av fótbóltskappingini.
10. umfar er á skránni í dag, tá ið innanhýsis uppgerðirnar eru tær somu, sum tær vóru í 8. umfari. Tað var sunnudagin 2. mai ella fyri 11 døgum síðani. Í tveimum førum er heimavøllurin ikki tann sami í dag, sum hann var fyri knøppum tveimum vikum síðani.
Í dag fer B36 til Fuglafirðar. Í 8. umfari var ÍF á Tórsvølli. Í dag er NSÍ í Suðuroy. Næstsíðsta sunnudag var TB í Runavík.
Fótbóltslíkindini vera á góðari leið seinnapartin. Landnyrðingurin er øgiliga treiskur. Seinnapartin vera tað 7 metrar um sekundið, 6 stig, skýggjað loft og turt .
EB/Streymur – HB: Alex Troleis kl. 15.00
ÍF – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
B68 – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 16.00
07 Vestur – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
TB – NSÍ: Rúni Olsen kl. 15.00
| KÍ | 9 | 8 | 1 | 0 | 31 | 4 | 25 |
| HB | 9 | 6 | 2 | 1 | 29 | 7 | 20 |
| Víkingur | 9 | 5 | 3 | 1 | 21 | 8 | 18 |
| NSÍ | 9 | 5 | 2 | 2 | 19 | 12 | 17 |
| B36 | 9 | 3 | 4 | 2 | 13 | 12 | 13 |
| EB/Streymur | 9 | 2 | 3 | 4 | 9 | 16 | 9 |
| ÍF | 9 | 2 | 2 | 5 | 13 | 26 | 8 |
| 07 Vestur | 9 | 2 | 1 | 6 | 12 | 29 | 7 |
| B68 | 9 | 1 | 2 | 6 | 10 | 22 | 5 |
| TB | 9 | 0 | 2 | 7 | 6 | 27 | 2 |











