Chelsea hevur í dag boðað frá, at felagið er selt til Todd Boehly, sum setur á odda fyri Clearlake Capital-samtakið. Mett verður, at prísurin er um 37 milliardir krónur.
Við hesum er tíðarskeiðið við Roman Abramovich liðugt. Russuski oligarkurin keypti felagið í 2003 og bleiv tað fyrstu veruligi ríkmaðurin, sum keypti eitt felagið og flutti tað fram í heimselituna. Við José Mourinho á odda bleiv Chelsea eitt av bestu fótbóltsfeløgunum í heiminum frá 2004 til í dag. Eftir innrásina í Ukraina fekk Roman Abramovich boð um, at hann skuldi selja Chelsea.
Todd Boehly, sum eisini eigur baseball-felagið Los Angeles Dodgers og kurvabóltsfelagið Los Angeles Lakers, sigur at bæði enska stjórnin og Premier League hevur góðtikið skiftið.
Hann sigur í skrivi á heimasíðuni hjá Chelsea, at hann er errin um keypið og lovar, at Chelsea framvegis verður millum tungvektararnar í altjóða fótbólti.
##med2##