Hóast vindurin hevur verið rættuliga nógvur tíðliga í morgun og út á fyrrapartin, so hevur einki verið at frætt frá skaðar.
Nú er vindurin minkaður. Í morgun varð í hvirlunum mált upp ímóti 60 metrum um sekundi á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum. Nú er vindmegin har sambært lv.fo 4-17 metrar um sekundið av landnyrðingi eystri. Máttmiklastu hvirlurnar í løtuni eru á Norðradalsskarði, har hann sigur 22-43 metrar um sekundið av útsynningi. Í Mykinesti er vindferðin 23-30 metrar uim sekundið, og á Høgareyni 22-32 metrar um sekundið. Á Leiti á Viðareiðisvegnum sigur mátarin 12-32 metrar um sekundið av landnyrðingi.
Ongar aðrar staðir verður sagt frá vindmegi í hvirlunum, ið er so stór, sum tær, ið eru nevndar omanfyri.
Sambært DMI verður tað nakað av vindi í kvøld og í nátt, hóast talan ikki verður um somu vindmegi, sum hevur verið fyrr í dag. DMI sigur um veðrið í Føroyum, at tað verður frískur vindur av útsynningi, at tað verður skýggjað loft og ælaveður, og at hitin verður millum 3 og 8 stig.









