- Nú hava vit sett hol á og tað er púra greitt, at hetta málið verður lagt fram aftur.
Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn, ivast onga løtu í, at handlar í Føroyum fara at sleppa at selja øl og vín.
Sjálvur hevur hann lagt uppskot fyri løgtingið um hetta, men tað fall við einum braki, tí tað vóru bara tvær atkvøður fyri, Poul Michelsen sjálvur og so eisini Páll á Reynatúgvu.
Men Poul Michelsen ivast ikki í, at hetta málið verður lagt fram aftur, tí føroyingar vilja hava frælsið at kunna keypa øl og vín í handlunum.
Hann vísir páhaldinum aftur um, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, meiri verðir drukkið.
Hann sigur, at Rúsan vísir akkurát tað øvugta, tí síðani hon kom, er nýtslan ikki vaksin, men tvørtur ímóti eru føroyingar farnir at drekka alsamt veikari sløg.
Poul Michelsen metir øl og vín sum eina vanliga vøru, sum handlarnir eisini eiga at sleppa at selja.
Poul Micuelsen hevur verið undir illgruna fyri at leggja málið fram fyri at vinna pening, tí heilsølan hjá honum skal umboða onkur sløg av øli, sum hann so kann selja og vinna meiri pening burturúr.
Men tað avsannar hann. Hann umboðar eina fyritøku, sum selur sodavatn, og sum eisini selur øl. Men tað ølið keypir Rúsan beinleiðis úr Danmark, og ikki ígjøgnum heilsøluna, so tað hevur hann einki við at gera, sigur hann.