Nú hava vit mist tamarhaldið á støðuni

Landslæknin væntar, at smittutølini fara at hækka enn meir- og tað er serliga tvey ávís tiltøk í heystferiuni, sum hevur fingið smittuna at breiða seg, sum eldur í samfelagnum

Tíverri vænti eg, at smittutølini far at hækka enn meir, sigur landslæknin, Lars Møller

Nú mugu vit ásanna, at vit hava mist tamarhaldið á koronustøðuni í Føroyum. Tað sigur Lars Fodgaard, landslækni. Í fyrradagin vóru 38 nýggir tilburðir og í gjár vóru heili 89 nýggir tilburðir.

 

Smittan breiðir seg sum eldur ígjøgnum samfelagið og vit hava einki tamarhald á støðuni, sigur landslæknin. Okkum vitandi, er hetta fyrstu ferð, at myndugleikarnir ásanna, at tey púra hava mist tamarhaldið. Hann sigur, at nú eru so nógv smittað, at tað er ein næstan vónleys uppgáva at fáa ringt til øll og at fáa tey í sóttarhald - eisini tí tað verða nýggir tilburðir fráboðaðir alla tíðina, og longu higartil í dag eru fleiri tilburðir staðfestir fturat. Og landslæknin væntar tíverri, at smittutølini fara at hækka enn meiri. Hann sigur, at tað eru serliga børn og ung, sum eru smittað nú – men so bera tey aftur smittuna heim til foreldrini, og onnur húsfólk.

 

Landslæknin sigur, at tað er serliga tvey tiltøk í heystferiuni, sum er tann heilt stóra smittukeldan nú og tað eru tvær ungdómslegur, sum vóru Zarepta í heystferiuni. Har eru heilt nógv børn og ung smittað, og tey hava so borið smittuna víðari, so at hon hevur breitt seg sum eldur um alt samfelagið, sigur hann. Hann sigur, at tað er ein heilt stórur partur av smittutilburðunum, vit hava nú, sum hava sín uppruna á Zarepta.

 

Í gjár segði landslæknin, at nógv av teimum, sum eru smittað nú, er børn, sum ikki eru koppsett.

 

Les meiri um tað her: Mæla til at skerja sosialu tilveruna hjá børnum sum ikki eru koppsett

 

Lars Fodgaard sigur, at tað er serliga í Klaksvík og í Eysturoynni, at smittan breiðir seg sum eldur. Men tey hava ikki yvirlit yvir smittukeldurnar, tí tað eru so nógv, sum eru smittað, og aftur í dag eru longu fleiri fráboðanir um smittu.

 

Hann sigur, at hann er í samband við løgmansskrivstovuna um støðuna og hann sigur, at støðan verður viðgjørd politiskt, um nøkur tiltøk skulu setast í verk, ella ikki, og hvørji tey skulu vera.

 

Men hann sigur, at tiltøk, sum kundu verið sett í verk, er at avmarka sosiala samveru hjá børnum og ungum, í hvussu so er í teimum pørtum í landinum, sum eru hart rakt. Tað kann vera at lukka skúlar og barnagarðar, og at avmarka frítíðarítriv av alskyns slagi, tí tað eru stórur smittuspjaðarar.

 

Tað hevði hjálpt okkum væl í royndunum at fáa tamarhald á støðuni aftur, sigur hann. Men hann leggur afturat, at tað er ein politiskur spurningur burtur av, um nøkur tiltøk verða sett í verk, ella ikki.

 

Tíverri vænti eg, at smittutølini far at hækka enn meir, sigur landslæknin, Lars Møller