Nú hava vit drigið ferðafólk upp í grindadráp

Nýggja grindalógin er sera óheppin fyri ferðavinnuna, sigur Ferðaráðið

- Hetta er øgiliga óheppið.

 

Súsanna Sørensen á Ferðaráðnum, sigur, at nýggja grindalógin er eitt bakkast fyri ferðavinnuna.

 

Í grindalógini stendur, at tey, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá tí. Tey, sum ikki halda fráboðanarskylduna, verða revsað við 25.000 krónum í bót, og í heilt serligum førum, við upp í tvey ára fongsulsrevsing.

 

 

Les eisini: Kann ræða fólk frá at fara í grind

 

 

Hetta hevur umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd gjørt sær dælt av og hevur breitt boðskapin út um heimin, at nú verða útlendsk ferðafólk í Føroyum tvingað í grind.

 

 

Les eisini: Revsa ikki útlendingar

 

 

Boðskapurin hjá Sea Shepherd fær vanliga ikki innivist í miðlum, sum verða tiknir í álvara.

 

Men eisini miðlar, sum verða tiknir í álvara, hava víst á hesi viðurskifti í grindalógini. Eitt dømi um tað er Newsweek, sum hevði eina grein um grindalógina nú um dagarnar, har víst varð á, at ferðafólk eru í vanda fyri at fáa stóra bót, síggja tey eina grind, uttan at boða frá tí.

 

 

Les eisini: Løgreglan fer at fylgja grindalógini neyvt

 

 

Og Súsanna Sørensen sigur, at hetta er komið illa við hjá ferðavinnuni, tí tey fáa rættiliga nógvar fyrispurningar uttan úr heimi, um hesi viðurskifti, bæði frá ferðaskrivstovum, og ferðafólki.

 

- Tey eru ørkymlað um hesa greinina í Newsweek, sigur Súsanna Sørensen.

 

 

Les eisini: Hetta dámar mær øgiliga illa

 

 

Hesi seinastu árini er annar stór orka løgd í at menna ferðavinnuna í Føroyum. Og Súsanna Sørensen sigur, at samstundis hava tey altíð lagt dent á, at grindadráp hevur einki við ferðavinnuna at gera.

 

 

Les eisini: Eisini Sea Shepherd noyðist at boða frá grind

 

 

- Men við nýggju grindalógini eru ferðafólk beinleiðis drigin upp í grindadrápið, Ferðafólk er gjørd til ein sjónligari, og meiri beinleiðis part av grindadrápi, og tað er sera óheppið fyri ferðavinnuna, staðfestir hon.

 

 

Les eisini: Tvinga útlendsk ferðafólk í Føroyum í grind

 

 

Súsanna Sørensen heldur, at grindalógin eigur at verða broytt.

 

- Kundu vit sent Newsweek eina grein, har vit greiddu frá, at grindalógin er broytt, hevði tað verið tað allarbesta, sigur hon.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá, hví nýggja grindalógin er eitt bakkast fyri ferðavinnuna í Føroyum