Altjóða fótbóltssambandið, FIFA, og evropiska fótbóltssambandið, UEFA, hava útihýst øllum russiskum landsliðnum og liðnum úr kappingum hjá teimum. Hartil hevur UEFA ógyldað stuðulsavtaluna við risa stóru russisku gasfyritøkuna Gazprom.
Í gjár vildi FIFA ikki útihýsa Russlandi frá heimsfótbólti, men setti revsitiltøk í verk. Russland slapp ikki at luttaka undir egnum navni, flaggi og á egnum heimavølli. Nú eru revsitiltøkini herd og Russland er útihýst úr øllum FIFA og UEFA samanhangi.
- Víðari frá avgerðini, sum aðalstjórin hjá FIFA og UEFA tóku í gjár, so hava FIFA og UEFA í dag avgjørt, at øll russisk lið, bæði landslið og feløg, fyribils eru útihýst frá øllum altjóða kappingum. Fótbólturin stendur saman við øllum í Ukraina, skriva FIFA og UEFA í felags tíðindaskrivi.
Forsetarnir, Giovanni Vincenzo Infantino í FIFA og Aleksander Čeferin í UEFA, siga at teir vóna, at støðan verður betri skjótt.










