Nú hava 30 fólk í Føroyum koronu

Aftur í gjár vórðu nakrir tilburðir staðfestir

Í gjár vórðu fimm nýggir tilburðir av koronu, staðfestir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin sigur, at í trimum førum er talan um eina kenda smittukeldu. Í einum føri er smittukeldan ókend og í tí fimta førinum var talan um eitt fólk, sum var komið til Føroya, og har korona varð staðfest, tá ið viðkomandi læt seg kanna eftir at hava verið her í fýra dagar.

 

Í gjár vórðu 124 fólk kannað fyri koronu, og í løtuni eru tað 30 fólk í Føroyum, sum hava koronu og 198 fólk eru í sóttarhaldi, men eingin liggur á sjúkrahúsi.

 

 

 

345 fólk koppsett

 

Í gjár vórðu 345 fólk koppsett fyri koronu. Av teimum vóru tað 171 fólk, sum fingu ta fyrru sproytuna  174 fólk fingu ta seinnu. Sostatt hava 37.277 fólk, ella 69,8 prosent av fólkinum fingið ta fyrru sproytuna og 35.314 fólk, ella 66,1 prosent hava fingið báðar sproyturnar og eru liðugt koppsett.

 

Í gjár var annars eitt lið av heilsustarvsfólki í Fuglafirði at koppseta fólk. Úrslitið var, at 43 fólk vórðu koppsett. Av teimum fingu 32 fólk ta fyrru sproytuna og 11 fólk fingu ta seinnu sproytuna.

 

Nú hava 37.277 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.314 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

 

Tilsamans eru 72.591 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum, sigur sjúkrahúsverkið.